22. august 2024

Frankaríki: Eitt av andaliga myrkastu støðunum í Evropa

Tað er lætt at hugsa, at Frankaríki, við síni ríku mentanarligu og átrúnaðarligu søgu, í hjartanum av kristna Evropa, ikki hevur tørv á missiónsarbeiði. Sannleikin er tó, at móðurlandi at upplýsingartíðini er vorðin ein skansi fyri ateismuna, sum stolt boðar, at teimum ikki longur tørvar Gud.

Hóast tað búgva 67,8 milliónir fólk í landinum, eru einans eini 745.000 evangelisk trúgvandi, sum regluliga ganga á møti. Hetta svarar til beint yvir 1% av fólkinum. Til samanberingar er talið á muslimum í Frankaríki 3,3 milliónir og talið á teimum, sum siga seg ikki trúgva á nakað ella vera ateistar er 20,3 milliónir.
Tað er hóast alt frægari enn í 1950, tá talið á trúgvandi var einans 50.000. Gud virkar og vit trúgva, at Hann hevur stórar ætlanir um at brúka Frankaríki til Sína dýrd og at leiða nógv menniskju til Sín.

Evangeliska kirkjuráðið í Frankaríki, har 33 av teimum 45 evangelisku kirkjuliðunum eru við, ætlar at seta fleiri samkomur á stovn komandi árini. Málið er at tað skal vera ein samkoma fyri hvørjar 10.000 íbúgvar. Í løtuni er talið ein samkoma fyri hvørjar 25.000 íbúgvar.

Hvat er so leikluturin hjá OM í at boða gleðiboðskapin í Frankaríki og at eggja fronsku kirkjuni at náa út til tey minst náddu uttanlands?

OM í Frankaríki leggur dent á fýra høvuðøki í síni tænastu: Tey minst náddu etniskt, landafrøðiliga og eftir ættarliðum, eins og at eggja kirkjuna til meiri missión.

Tá vit hugsa um tey minst náddu etniskt sæð, so hevur OM eina tænastu, ið nær út til turkiskt talandi í Frankaríki. Endamálið er at seta turkiskt talandi samkomur á stovn og at eggja teimum trúgvandi har. Mong teirra koma frá muslimskari bakgrund. Allarflestu teirra eru komin til Frankaríki at leita eftir arbeiði og fyri mong teirra, er hetta fyrstu ferð, at tey eru fræls til at hugsa um trúgv uttan fyri haftið, sum Islam hevur á teimum. Hesi árini hendan tænastan hevur virkað, hava vit sæð Gud planta 12 samkomur millum turkiskt talandi, og tað leggjast alla tíðina nýggj trúgvandi afturat hesum samkomunum, sum Jesus sannførir tey um kærleika Sín og offur Sìtt fyri tey.

Tænastan til tey landafrøðiliga minst náddu fevnir um tey økini í Frankaríki, sum hava fæst trúgvandi – tað er serliga har vesturi í landinum. Her leggja vit okkum eftir at eggja tær fáu samkomurnar í økinum við at senda teimum stutttíðartoymi og hjálpa teimum at undirvísa í evangelisering. Vit hava eitt átak sum vit kalla “Tous Témoins” (Øll vitni), har vit ynskja at vælsigna samkomurnar gjøgnum ein dag við undirvísing og bøn, sum lærir tey praktisk tól til evangelisering, eins og kunnar tey um stríðið og gleðina hjá teirra brøðrum og systrum runt um í heiminum, og hvussu vit kunnu biðja fyri teimum.

Minst nádda ættarliðið í Frankaríki eru tey ungu, sum systematiskt verða eggjaði og upplærd til at avvísa allan átrúnað sum fornar ævintýrasagnir. Tey royna vit at náa gjøgnum TeenStreet-toymi okkara. Tey royna at eggja tey ungu trúgvandi til at liva eyðmjúkt og djarvt við Gudi. Vit skipa fyri TeenCity vikuskiftum, har ung savnast um Guds Orð og tilbiðja Hann saman. Toymið tekur sær eisini av ovurhonds stóru uppgávuni at samskipa luttøkuna hjá fronskum ungdómi á TeenStreetleguni í Týsklandi.

Tænastan hjá OM í Frankaríki til at fáa fronsku kirkjurnar at taka lut í alheims missión umfatar:
1. Stutttíðartoymi í Frankaríki, sum vilja vælsigna smáar samkomur við at standa við teimum í arbeiðinum og skipa fyri evangelisering í teirra øki í eina viku.
2. Ápostlasøgan 1:8 missiónsferðir – ein túrur uttanlands (til OM í øðrum londum), fyri at eggja fronskum ungdómi og vaksnum til at taka teirra fyrstu fet út í missión við einum franskt-talandi toymi og royndum leiðara, við tí endamáli, at tey sjálvi kunnu gerast ein 1:8 toymisleiðari seinni!
3. At luttaka á ráðstevnum og møtirøðum, har vit lýsa arbeiði hjá OM í Frankaríki og uttanlands.
4. At vitja samkomur og luta um arbeiði hjá OM, eggja teimum at taka lut í evangelisering bæði heima og uttanlands, og kunna tey um, hvussu tey kunnu biðja fyri OM um allan heimin og fyri londum, har tað eru fá ella eingi trúgvandi.
5. Skipa fyri bønarmøtum á Zoom, sum hjálpir okkum at biðja fyri Frankaríki, OM go fyri ymsum ættarbólkum, sum tørva evangeliið.

Túsund takk fyri at tit biðja fyri okkum í OM í Frankaríki, sum vit royna at náa út til tey minst náddu í einum av andaliga myrkastu støðunum í Evropa.

Skrivað hava Jamie Cutting og Paul Dixon hjá OM í Frankaríki.

Greinin stóð at lesa í limablaðnum frá OM Føroyum í vár. Tú kanst gerast limur her.