Frankaríki: Cécile og Johannis bera gleðiboðskapin til Nantes
Johannis og Cecile Mortensen og døturnar Sarah, Lea og Abigail búgva í Nantes í norðurfrankaríki. Tey hava verið partur av samkomuni í Beaujoire, men av tí, at tann samkoman hevur støðugan vøkstur og skjótt fer at nærkast 100 limum, hava tey, saman við leiðsluni, avgjørt at byrja eina nýggja samkomu í einum øðrum býarparti, Orvault, sum liggur eitt lítið sindur longur norðuri.
Tað er eitt sindur sermerkt, at hetta er staðið, har Cécile er uppvaksin og foreldur hennara og grannar teirra, eitt trúboðarapar úr Norðurírlandi, bóðu regluliga fyri hesum grannalagnum í 90’unum. Johannis og Cecile hava í fleiri ár droymt um hendan møguleikan. Nú er hann so komin og 17. mars høvdu tey tað fyrsta møtið í nýggju samkomuni. Út við 40 fólk luttóku á hesum fyrsta møtinum.
Vit eru sera spent upp á at síggja, hvagar Gud leiðir okkum í 2024! Tað er ein forrættur at tæna Honum! At gera lærisveinar, planta lokalar samkomur, evangelisera og byrja nýggj sambond, sum snúgva seg um Jesus, sigur Johannis.
Í seinasta tíðindabrævi teirra, biðja Cécile og Johannis okkum biðja fyri fýra bønarevnum.
1. At tey skulu koma væl í gongd aftur í tænastuni og samkomuni aftaná summarfrítíðina.
2. At Gud skal verja tey sum familja.
3. At nýggja samkoman skal uppliva vøkstur og signing.
4. Fíggjarligum stuðuli. Sum nú er, eru 70% av fíggjarliga tørvinum hjá teimum møtt av stuðlum. Tað gongur í løtuni, men er ikki burðardygt í longdini. Tí biðja tey enn Gud um at veita fleiri stuðlar, so tey kunnu koma upp á fulla fígging, so at tey kunnu halga seg heilt til tænastuna.
Tú kanst stuðla virkseminum hjá Cécile og Johannis við at gera eina flyting á kontuna hjá OM og við merkja Johannis Mortensen. Tú ert eisini vælkomin at gera tað til eina fasta flyting og soleiðis hjálpa teimum at nærkast málinum um fullan stuðul. Kontonummarið hjá OM er 9181 – 426.219.2, minst til at viðmerkja Johannis Mortensen.