10. august 2022

Føroyskur lovsongsbólkur á Teenstreet.

Á TeenStreet leguni, sum er í Norðurspanina í hesum døgum, eru tað føroyingar, ið syngja og spæla fyri.

Lovsongurin fyllir nógv á TeenStreet. Og soleiðis hevur eisini verið líka síðani byrjað varð við hesum legunum afturi í 90’unum.

Legurnar hava verið hildnar í Týsklandi øll tey fyrstu árini, men í 2020 og 2021 setti korona ein stoppara fyri stóru legunum, ið sjálvandi ætlanin var at hava. Og hesi árini vóru tískil smærri lokalar legur hildnar.

Men í ár var so avgjørt at hava altjóða legur aftur. Og í Vestureuropa hava tvær legur verið. Hendan í Spania, har ið føroyingarnir valdu at fara – og teir eru gott 300 í tali – og so ein í Hollandi fyri góðari viku síðani.

Upprunaliga ætlanin var, at føroyskur bólkur skuldi spæla til stóru legurnar í fjør og fyrraárið, men tá ið hesar ikki vóru hildnar, blivu upptøkur við bólkinum í staðin gjørdar, og hesar upptøkur vóru so sendar á øllum lokalu legunum. Upptøkurnar hava eisini verið at sæð í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Men í ár bar til og á báðum legunum – tí í Hollandi og hesari í Spania –  er tað so føroyski bólkurin, ið spælir og syngur fyri til lovsangin.

Í bólkinum eru:

Dávid í Lág , ið umframt at spæla bass eisini er kapellmeistari,

Jasmin Jovanovic, trummur

Fríði Bjarkhamar, percussion

Jógvan Andersen, tangentar

Johnny Mikkelsen,  el guitar og mandolin

Arni Zachariassen, el guitar

Benjamin Djurhuus, kassaguitar

Bodil Simonsen, sang

Maria á Lakjuni, sang

Ólavur Jóannesarson Hansen, sang.

Afturat tónleikarum og sangarum eru eisini tveir føroyskir ljóðmenn við. Teir eru Sofus Mikkelsen, ið stendur fyri ljóðinum á pallinum, og so er tað Alexander Gaard, ið jú er ein sera vælkendur og nógv  eftirspurdur føroyskur ljóðmaður, ið ljóðblandar út í rúmi.

Eg hitti Dávid í Lág, sum er leiðari hjá tónleikabólkinum og hann sigur, at tónleikurin og hetta at syngja og spæla fyri til lovsang fyllir nógv hjá hvørjum einstakum, sum eru við í bólkinum. Tey koma úr ymiskum samkomum runt um í Føroyum og tæna hvør á sínum øki har. Hetta má eisini sigast at vera júst í andanum hjá TeenStreet og OM, sum er organisatiónin omanfyri TeenStreet, at arbeiði, tey gera, er tvørkirkjuligt.

Dávid sigur, at tey leggja seg eftir, at tað, tey gera, er á so høgum støði, sum til ber, og tey leggja alla orku í, at tað skal vera á altjóða støði.

Sangvalið hevur eisini nógv at siga, og her royna tey at velja bæði eldri  men ikki minst nýggjari sangir, ið tala til málbólkin, sum jú er tannáringarnir.

Men – sigur Dávid at enda, at uppgávan er at lovsyngja til Gud, og tað er altíð høvuðsfokusið.