Føroyskur lovsongsbólkur á altjóða TeenStreet
Lovsangur ljómar kring allan heim saman við føroyskum lovsangsbólki
Var ongin corona smitta, hevði stór TeenStreet lega verið í Týsklandi nú, har umleið 4000 fólk høvdu verið savnað. Og av teimum høvdu ivaleyst verið eini 400 føroyingar. Soleiðis hevur verið nú í mong ár.
Ein stórur partur av TeenStreet er lovsangur. Og til at leiða hendan stóra skara í lovsang, er stórt orkestur við forsangarum. Soleiðis hevur eisini verið øll undanfarnu árini.
Her heima í Føroyum hevur harafturat eisini tey seinastu árini verið hildin vikuskiftis stevna í Bylguni í Runavík við heitinum MiniTeenStreet við nógvum føroyskum ungdómi. Har hevur føroyskur bólkur við royndum tónleikarum og sangarum leitt felagssangin. Og hesin bólkur hevur riggað ómetaliga væl, og fólk hava verið sera nøgd við avrik hansara.
Tá ið tað so lá í kortinum, at bólkurin, sum hevur leitt sangin á TeenStreet í Týsklandi seinnu árini ikki skuldi vera við meira, bjóðaði Símun J. Hansen, ið er ein av leiðarunum fyri TeenStreet Føroyar, føroyska bólkin fram og sendi upptøkur av felagssangi á leguni í Runavík í februar í ár til Týsklands, so leiðslan har kundi hoyra og meta um, um hetta var gott nokk. Og har var ongin ivi. Bólkurin bleiv biðin at vera við og at leiða lovsangin á TeenStreet 2020 í Oldenburg í Norðurtýsklandi. Og ikki bara í 2020, men eisini komandi 2 árini.
Men so tók corona yvir og alt varð avlýst hesuferð. Men sum kunnigt, so vera smærri TeenStreet legur hildnar um allan heim, og har verður eisini sungið.
Og at leiða hendan sang stendur føroyski bólkurin fyri. Í juni mánaða vóru live upptøkur gjørdar í Kelduni í Skálafirði av sangunum, ið nú vera sungnir. Tað er Raclip, sum hevur staðið fyri videopartinum og Hans Poulsen, ið hevur mixað ljóðið. Og tað er av sonnum eitt dygdararbeiði, ið tey hava gjørt saman við føroyska bólkinum.
Bólkurin er samansettur av hesum fólkum:
Bodil Olsen, lovsangsleiðari og høvuðsábyrgd
Markus Olsen, sang
Maria á Lakjuni, sang
Tórður Dam Jacobsen, sang og kassaguitar
Dávid í Lág, bassur og kapelmeistari
Johnny Mikkelsen, el-guitar
Arni Zachariassen, el-guitar
Jógvan Andersen, tangentar
Jasmin Jovanovic, trummur
Fríði Bjarkhamar, percussion
Hesin bólkur røkkur júst í hesum døgum út um allan heimin við sínum sangi og tónleiki. Ikki færri enn í 66 londum kring heimin standa fólk og syngja saman við teimum lovsong, sum er spældur og leiddur av føroyingum í Føroyum. Tað eru 22 europeisk lond umboðaði og 44 uttanfyri Europa. Ja, heilt frá Pakistan, Korea, Ísrael, Sudan, Suðurafrika, Panama, Mexico, USA o.s.fr.
Leiðslan í føroyska TeenStreet fær eisini sera positivar afturmeldingar runt úr øllum heiminum fyri høga støðið á føroyska sanginum og tónleikinum.
Næsta ár verður TeenStreet vónandi aftur, sum tað plagdi at vera í Týsklandi, og gongur alt, sum ætlað, so verður tað føroyski bólkurin, sum fer at leiða lovsangin.
Men júst í hesum døgum ljómar sangur teirra í 66 ymiskum TeenStreet londum kring allan heim.