Føroyskur hugni
Í gjár fekk føroyingurin Marni Simonsen, sum er hjálparfólk á leguni hesuferð, tað góða hugskotið, at hann vildi royna at skapa ein serligan hugna fyri føroysku starvsfólkini á leguni.
Hann hevði verið í býnum og leigað eitt rættiliga stórt telt, fingið borð og stólar til vega og ljós upp at hanga.
So eftir Throne Room í gjárkvøldið fingu vit føroyingarnir sms, ið boðaði frá, at nú var tjaldið opið. Og har savnaðust rættiliga nógv av føroysku hjálparfólkunum til hugnaløtu. Bárður á Lakjuni undirhelt við sínum (leigaða) guitara og sangi og eftir lítlari løtu sótu vit har øll og sungu, og harafturat var eisini ymiskt gott til góman at fáa.
Sera hugnalig og góð føroysk løta, sum bæði stimbrar og fjálgar um samanhaldið og arbeiðslagið.
Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni