Føroyskir uppvaskara
Tað eru nógvar ymiskar uppgávur, starvsfólkið hevur á slíkari stevnu sum hesari TeenStreet leguni, um alt skal ganga skjótt og væl í hond. Vit eru umleið 2500 fólk savnað og øll skulu eta samstundis. Tað gongur sera væl. Eisini skulu allir tallerkar, gaflar, knívar og skeiðir vaskast upp eftir hvørja máltíð.
Miðskeiðis inni í kempustóru høllini, ið er skipað sum matarhøll, er uppsettur vaskikøkur, har nógvar hendur stríðast og vaska upp. Millum hesi hittu vit eisini tríggjar føroyingar, tey eru Svenn Harry, Alexia og Grímur. Tey siga, at arbeiði gongur sera væl, og longu skjótt eftir, at vit eru liðug at eta, er alt uppvaskað. Og tað er jú ikki so lítið, at vaska upp 2500 tallerkar, gaflar, knívar og skeiðir.
Og vit onnur, sum njóta matin fleiri ferðir um dagin, vit takka bara fyri, at næstu ferð við koma at fáa okkum, er alt reint aftur.
Takk fyri tit!