29. juli 2019

Føroyski OM leiðarin tulkur

Høvuðsmálið á Teenstreet er enskt. Alt, sum fer fram í stóru høllini, verður tosað og sungið á enskum. Talan, verður síðani týtt til týskt á pallinum. Men høvi er hjá øllum at hoyra boðskapin á teirra egna máli.

Aftanfyri pallin – backstage, sum tey siga, sita ikki færri enn 15 tolkar og týða til teirra tannáringar. Málini, týtt verður til eru: hollanskt, føroyskt, finskt, svenskt, italskt, koreanskt, franskt, portugisiskt, danskt, flamskt, grikst, ungarskt, norskt, russiskt og romenskt. Tað vil siga, at alt tað talaða orðið, sum verður talað á Teenstreet í ár fer fram á 17 málum.

Tey siga fyri mær her, at óivað verður tað ongastaðni til nakað tiltak í Europa týtt til so nógv tungumál sum her, tó við undantaki av Europaparlamentinum sjálvandi.

Føroyski týðarin í ár er Dánjal av Rana úr Havn. Hvørja fer nakað hendir í Main Hall situr hann saman við hinum týðarunum trúgvur í sínum lítla kliva og týðir til føroyskt. Inni í salinum sita so tey, sum ynskja tað við oyramikrofonum og fáa boðskapin umsettan til sítt egna tungumál.

Dánjal er annars dagligur leiðari í OM FØROYAR. Hann tók við starvinum fyri tíð síðani. Hetta er fulltíðarstarv, sum inniber at reka virksemi hjá OM í Føroyum. OM hevur í hesi løtu 11 føroyskar trúboðarar úti. Arbeiðið er m.a at hjálpa hesum og at kunna um teirra arbeiði heima. OM skipar eisini fyri TIM ferðum. TIM stendur fyri Teens in Mission. Hetta er, at smærri bólkar av ungum við einum ella tveimum leiðarum fara til eitt fátækt land og gera hjálpararbeiði og samstundis boða evangeliið.

Vit kenna tó kanska best OM ígjøgnum teirra arbeiði við trúboðaraskipum. Í løtuni er Logos Hope, gamla Norønna jú teirra flaggskip. Hon kemur til Europa komandi ár, og eg kann fyristilla mær, at Dánjal av Rana, dagliði leiðarin av OM Føroyar fer at arbeiða fyri, at skipið eisini kemur til heim Føroyar.

Livst so spyrst.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni