Føroyska leiðslan
Leiðararnir fyri føroyska hópin er 4 á tali. Tey eru frá vinstru á myndini Elisabeth Christiansen, Margareth Dalheim Djurhuus, Randi Hansen og Símun J. Hansen.
Tey hava úr at gera. Tað eru tey, sum hava ábyrgdina fyri, at alt er komið upp á pláss og riggar. Skjótt eftir, at ein lega er liðug verður farið undir fyrireikingarnar til ta næstu. Og í november mánaða flúgva tey til Týskland, har tey møtast við leiðarunum fyri hini londini. Har er bæði stór eftirmeting av farnu legu, og eisini verður hugt frameftir ímóti tí næstu.
Farið verður so aftur niður í mars, og tá skal tað síðsta fáast upp á plass. Harafturat syrgja tey so sjálvandi fyri, at alt í samband við føroyska partin virkar. Og har eru 1000 ymisk ting at fáa frá hondini. Alt frá tilmelding, skaffa leiðarar, syrgja fyri ferð o.s.fr, o.s.fr…..
Meðan legan er, hava tey sum vera mann eisini úr at gera. Tað eru nógvir praktiskir spurningar at loysa og svara, men eisini hava tey fundir bæði við leiðsluna í hinum londunum og eisini við føroysku M&M’ararnar, sum eru leiðararnir hjá liðleiðarunum.
Nú, tá ið hendan legan líður ímóti endanum, kunnu tey fegnast um, at alt hevur gingið so væl.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni