29. juli 2018

Føroyska leiðslan á TeenStreet

Tá ið eitt ferðalig úr Føroyum, sum telur heili 413 fólk skulu av landinum suður í Europa á eina legu saman við umleið 3000 øðrum, ja, so sigur tað seg sjálvt, at tað er nógv, sum skal fyrireikast. Og við tí fylgir eisini ein stór ábyrgd.

Í føroysku leiðsluni eru hjúnini Randi og Símun J. Hansen úr Runavík og Margareth D. Djurhuus úr Gøtu. Tey hava myndað føroysku leiðsluna fyri TeenStreet nú í ávikavist 4 og 5 ár. Undanfarin ár hevur Elisabeth Christiansen eisini verið í leiðsluni, men seinasta ár bleiv hon á fyrsta sinni mamma, og hevur hon tikið seg úr leiðsluni.

Tað gongur ikki long tíð frá tí, at eitt TeenStreet er endað, og til fyrireikingarnar til eitt komandi byrja, og tað er ómetaliga nógv, ið hugsast skal um. Tvær reisur árliga eru tey trý á høvuðssætinum hjá OM í Europa, hetta er í Mosbach í Týsklandi í sambandi við eitt komandi TeenStreet. Einaferð í november tá ið líkasum tær stóru linjurnar verða lagdar, og so aftur í mars, tá meira verður farið í smálutir. M.a gjøgnumganga tey í felag allar andaktirnar, sum skulu fara fram á leguni. Her er møguleiki hjá hvørjum einstakum landi at koma við teirra vinkli, og kanska á tann hátt at fáa lagað tað eitt sindur til.

Í hesi greinini verður ikki rúm fyri øllum, men her eru nakrar uppgávur, sum leiðslan má seta í verk og hevur ábyrgdina av: Alt tilfarið skal týðast til føroyskt, tilmeldingarnar skulu fyrireikast soleiðis, at tær fylgja altjóða OM krøvum, leiðarar skulu finnast, leiðarar hjá leiðarunum (M&M’arar) skulu finnast, tosað verður persónliga við øll hjálparfólk, skipast skal fyri, at leiðararnir møtast við leguluttakarunum, liðini skulu fordeilast – ofta eftir persónligum ynskjum, T shirtir skulu bíleggjast…. og 1000 onnur ting – og jú forrestin, 2 flogfør skulu eisini bíleggjast.

Harafturat verður skipað fyri kunningardegi fyri øll saman við foreldrum fyrst í juni. Tá skal helst alt vera komið rættiliga væl upp á pláss.

Seinastu 2 árini hevur føroyska leiðslan eisini skipað fyri tí, tey kalla Mini TeenStreet í Bylgjuni í Runavík, har rættiliga nógv fólk hava verið og vitjað. Umframt at boða gleðiboðskapin hevur hetta eisini verið eitt gott høvi at kunna um TeenStreet.

Ofta verður sagt, at um tú skalt fáa okkurt avrikað, so skalt tú biðja fólk, sum hava nokk at taka sær til frammanundan, og soleiðis man vera við hesum trimum tí, man skuldi næstan trúð, at Margareth, Randi og Símun onki annað høvdu at gera, tá ið tey nú megna alt hetta. Men so er ikki, tey eru øll 3 í fulltíðarstarvi. Margareth er leiðari í Betri banka í Klaksvík, Randi er tónleikalærari og lestrarvegleiðari á Miðnámi á Kambsdali og Símun er fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Men vit, sum sleppa at vera við og hjálpa eitt sindur til, vit siga bara stóra takk til tykkum og vóna, at tit dríva á komandi árini eisini.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni