4. juli 2017

Føroyingar á Love Moldova

Tríggjar ungar føroyskar gentur eru í løtuni í Moldova, á einum programmi sum kallast Love Moldova. Jakoba Sevdal og Annika í Bø eru á River Adventure, har tær sigla á flakum millum ymiskar bygdir, har tey steðga á og deila boðskapin um Gud og hjálpa við ymiskum praktiskum. Kristina Foldbo er á Village Outreach í einari bygd í Moldova, har toymið hennara, saman við lokalu samkomuni roynir at røkka fólkinum í bygdini við evangeliinum og eini hjálpandi hond.