15. mai 2017

Føroyingur við í lovsangsbólkinum á Teenstreet 2017.

 

Lovsangur fyllir nógv á TeenStreet leguni. Tað er ein týðandi partur bæði til bíbliutímarnar um morgunin og til lovsangsløtuna Throne Room um kvøldið. Í høllini, Main Hall, verður nógv gjørt burturúr, soleiðis at tey ungu kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt. Stórt ljóð- og ljósanlegg, kamera og skíggjar, so alt sæst og hoyrist væl av øllum. Høllin er pyntað í tráð við evnið á leguni. Pallurin er væl skipaður, so pláss er fyri øllum og uppsetingin er so góð sum gjørligt.

 

Ein lovsangsbólkur verður settur saman til at leiða lovsangin á leguni. Hesin bólkur er samansettur av fólki frá USA, Hollandi, Belgia, Týsklandi… og nú eisini Føroyum.

 

Í ár fer Dania O. Tausen av Toftum at leiða sangin saman við hinum í Teenstreet lovsangsbólkinum. Hetta er ein sera spennandi avbjóðing fyri Daniu. Hon er von bæði at standa á palli og at leiða lovsang, men fjøldin av fólki er heldur størri á TeenStreet enn vanligt. Dania fekk tó ein smakk av hesum seinasta summar, tá hon saman við ungum úr hinum umboðaðu londunum á TeenStreet sang eina reglu úr sanginum ”Revelation song” – á føroyskum!

 

Dania er í løtuni í Belgia og venur saman við bólkinum. Ty Stewart, sum er úr USA, men arbeiðir við OM í Belgia, leiðir lovsangsbólkin. Í vikuskiftinum hava øll verið savnaði í Belgia fyri at koma at kennast, men eisini fyri at gjøgnumganga tilfar og venja saman.

 

Á hvørjum ári eru vit so ómetaliga takksom at síggja hjálparfólk á øllum økjum gera tað møguligt hjá tannáringum at fáa eina góða legu. Í ár verða Føroyar so umboðaðar á enn einum øki. Vit ynskja Daniu Guds ríku signing í hesum arbeiðinum og gleða okkum at síggja hana saman við Ty og hinum. Kanska vit sleppa at syngja onkran føroyskan lovsang? :o)