Føroyingur leiðari á týskum liði
Elida Sitzman, fyrr Andersen av Skála er leiðari á týskum liði við 5 gentum her á Teenstreet.
Elida er uppvaksin í Danmark og Føroyum. Hon flutti til Føroya, tá ið hon var umleið 10 ára gomul. Hon gekk í skúla á Skála og Strondum og síðani fór hon inn á Kambsdal, haðani hon tók prógv í 2009
Síðani fór Elida á bíbliuskúla í Svøríki. Har hitti hon ein fittan týskara, Steve, sum hon fall fyri og seinni giftist við. Tey búgva nú í týska býnum Schwabach, sum hevur knappar 40.000 íbúgvar. Har ganga tey í eina lítla fríkirkju, haðani hon eisini kennir genturnar, sum eru á henna liði.
Elida fortelur, at henni dámar sera væl í Týsklandi og at hon trívist væl. Hon gongur í skúla og lesur námsfrøði.
Hetta er hennara fyrsta ferð á Teenstreet, og tað hevur verið ein sera góð lega heldur hon.
Hon byrjaði at fáa áhuga fyri at ganga á møti, tá ið hon var umleið 15 ára gomul, og hennara andaliga heim í Føroyum var Keldan í Skálafirði
Skrivað: Eyðun á Lakjuni