29. juli 2023

Føroyingarnir skráseta seg

Nú eru nærum allir føroyingarnir komnir uppá pláss her í Offenburg.

Vit hava skrásett okkum, fingið navnamerki og armband. Hetta fyri, at trygdin kann vera so høg, sum til ber. Eisini hava vit fingið hvør sín kopp og harafturat eina t shirt við TeenStreet logo’inum. Hesar tríggjar damurnar á myndini hava hjálpt til, soleiðis at alt fer gott og rætt fram.

Seinnapartin í dag verður tann sokallaði landsbólkafundurin fyri okkum føroyingar, har vit verða boðin vælkomin og ikki minst fáa eina rúgvu av upplýsingum um hvussu vikan víðari fer fram.

Vit síggja fram til eina góða og spennandi viku.