26. juli 2019

Føroyingar koma

Fyri løtu síðani komu 3 fullir bussar av vónríkum føroyingum til Offenburgar.

Flogfarið hjá Atlantic Airways hevur borið tey –  heili 177 í tali – allan vegin úr Vágum og longu leiðina niður til Strasbourg í Fraklandi.

Longu kl. 5 í morgun lætti flogfarið seg úr Vágum, og millum hálvantriðja og tríggjar tímar seinni lendu tey so í Strasbourg. Síðani fóru tey upp í bussar og hava so koyrt í eini 40 minuttir higar.

Nú kekka tey inn. Tey fáa sítt eyðkenniskort við mynd á (badge), armband, ein kopp at drekka úr og so eina vakra, appilsingula t-shirt. So nú fer hesin sterki liturin heilt víst at dominera á Teenstreet økinum í nakrar dagar.

Tey sóu annars nokk so troytt út – tey flestu hava ivaleyst ikki sovið í nátt. Nú eru tey farin at finna staðið, teimum eru tillutað at sova í. Nøkur taka sikkurt av møguleikanum at fáa sær ein lúr, meðan onnur ivaleyst ganga sær ein túr inn í býin. Her er enn bakandi sól og nógvur hiti. So tað er super 😊

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni