Føroyingar aftur við Logos Hope
Í síðstu viku fór Logos Hope endiliga at sigla aftur, eftir ein drúgvan steðg í Curacao orsaka av koronakreppuni.
Logos Hope fer komandi tíðina at arbeiða saman við OM í Karibia og hjálparskipinum Pacific Hope hjá YWAM, sum fyri tíðina liggur í Abaco-oyggjunum í Bahamaoyggjunum. Ódnin Dorian rakti oyggjarnar ómetaliga hart í septembur í fjør og síðani tá hevur Pacific Hope hjálpt til við at endurreisa smáu samfeløgini har. Tey rudda og byggja upp aftur, umframt at veita heilsurøkt og undirvísing. Væntandi verður Logos Hope liggjandi við Abacooyggjarnar næstu tíðina.
Sámal Rasmussen úr Klaksvík fór umborð á Logos Hope um mánaðarskiftið. Hann skal arbeiða í maskinrúminum komandi árið. Eirikur Lauritsen úr Miðvági, og konan, Betty, úr Meksiko, eru eisini farin umborð. Tey hava verið við skipinum fyrr, og skulu í hesum umfari vera umborð til Novembur mánað.
Biðið fyri arbeiðinum hjá skipinum í Abacooyggjunum. Biðið um, at seinastu umvælingarnar skulu ganga væl. Biðið um, at føroyingarnir umborð skulu falla væl til í sínum nýggju tænastum.
Tey, sum vilja stuðla Logos Hope fíggjarliga, kunnu gera eina flyting til kontu 9181 – 426.219.2 í Betri Banka, og viðmerkja Logos Hope.