14. apríl 2015

Føroya-vitjanin hjá George Verwer – væl nøgdur

George Verwer, sum vitjaði í Føroyum seinasta vikuskifti, er farin av landinum eftir eina væl eydnaða vitjan.

Millum 2500 og 3000 fólk hoyrdu hann tala og greiða frá sínum forvitnisliga og hendingaríka lívi. Hann fór við flogfarinum í gjár, mánadagin 13. apríl.

 

 IKTUS

Fyrrapartin í gjár var hann gestur í sjónvarpsstøðini IKTUS, har ein samrøða var við hann um hansara barna- og ungdómsár, hansara villa ungdómslív og umbroytingina sum hendi, tá hann kom til trúgv. Í samrøðuni kemur hann eisini inn á hvønn týdning í heimskendi evangelisturin Billy Graham hevur havt í hansara lívi. Eisini greiðir hann frá síni egnu familju, og sjálvandi eisini søguni aftanfyri OM og hansara alsk til útbreiðslu av bókum.

Samrøðan verður send fyrst í mai mánaða, men verður ikki tulka. Seinni verður hon endursend, tá føroyskur tekstur er settur inn.

 

Rørdur
Verwer var rørdur, tá hann í samrøðuni varð spurdur, hvat inntrykk vitjanin í Føroyum hevði havt á hann. Tað er heilt greitt, at hann kennir tað sum, at hann í Føroyum hevur verið móttikin við einum ósigandi heitum hjartalagi, og eini undirtøku til møtini, sum er langt frá tí hann kennir seg hava uppiborið.

Vitjanin var ein felagssamkomulig vitjan, sum sunnudagurin prógvaði, tá hann um morgunin talaði í Oasuni í Hoyvík, og fyri fullsettum sali í Ebenezer kl.18.00, og í Meinigheitshúsinum seinni um kvøldi.

 

Bakkafrost
Ávegis í Vágarnar mánamorgunin vitjaði hann á Bakkafrost og á Smyril Line. Bakkafrost, sum fleiri ferðir hevur sent laks til Logos Hope, tók ímóti George Verwer á skrivstovuni, har hann fekk høvi at heilsa upp á stjóran Regin Jacobsen. Verwer vildi so fegin sleppa at heilsa upp á menninar, sum so trúfast hava sent føroyskt aldan laks umborð á Logos Hope. George sigur, at føroyski laksurin er ógvuliga populerur millum tær mongu tjóðirnar umborð. George fekk at hoyra eitt sindur um útflutningin hjá Bakkafrost.

 

Smyril Line
Ávegis á flogvøllin varð farið til Havnar at heilsa upp á leiðsluna hjá Smyril Line, sum jú vóru teir, ið seldu gomlu Norrønu til Operation Mobilisation. Tað eru nú 11 ár síðani OM keypti Norrønu frá Smyril Line, og Verwer sigur, at OM hevur aldri havt eitt so gott og væl egnað skip sum teir hava í dag. George hevur úttrykt, at næstu ferð hann kemur til Føroyar, kundi hann hugsa sær at ferðast sjóvegis við Norrønu. Honum dámar væl at sigla, tí tá kann hann fáa nógv skriftligt arbeiði frá hondini.
Tað var Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum var saman við George henda seinasta dagin, og sum koyrdi hann trygt vestur á flogvøllin. Símun Pætur hevur verið við Logos Hope í longri tíð, og er soleiðis komin at kenna George persónliga.

 

Klokkan 14.55 lætti flogfarið við George Verwer umborð og leiðin gongur beinleiðis til Bromley í London, har hann og konan hava búð í mong ár – men tað ganga ikki nógvir dagar, so er hann aftur á ferð, kanska til USA, Suður-Amerika, Afrika, Kina, India, Ukraina, Rusland, Miðeystur ella Europa – eitt er vist, at maðurin ferðast nógv!
Undirritaði harmast, at tað ikki var eitt einasta innslag í degi og viku frá vitjanini – hvussu kann tað bera til?! Annars skal KVF hava stóra tøkk fyri, at teir ringdu til landsleiðaran leygardagin seinnapartin, beint eftir aðalfundin hjá OM, og høvdu eitt gott radioprát!
George Verwer vil fegin, at fólk seta seg í samband við hann. Um onkur ynskir hetta, er tað møguligt at tekna seg sum móttakara av bønarbrævinum hjá honum og konuni. T-postur: george.verwer@om.org Eisini er møguleiki at fara inn á teirra egnu heimasíðu: georgeverwer.com

Um ein ynskir at vita meir um OM-Føroyar, eru hesir møguleikar:
OM Føroyar, Oyrarnar 10, fo-650 Toftir
Tlf 219923
info.fo@om.org
www.om.fo