24. apríl 2014

Formansskifti

Á aðalfundinum hjá OM Føroyar tann 4. apríl, boðaði Absalon Áargarð frá at hann ikki ynskti at halda áfram sum formaður.

Nevndin hevur í dag skipað seg, við Hera Kjærbo sum formanni, Jóhan Petur Johannesen sum næstformanni. Maja Jakobsen heldur áfram sum skrivari og hinir nevndarliminir eru Margith Latupeirissa og Absalon Áargarð.

Vit ynskja at takka Absalon fyri hesi 2 árini, hann hevur virkað sum formaður og fyri hansara fantastiska arbeiði og avrik, eins og ein stór tøkk eisini fer til Maju fyri hennara leiklut sum næstformaður.

Samstundis ynskja vit Hera hjartaliga vælkomnan í formanssessin og Jóhan Petur vælkomnan sum næstformann.