24. september 2021

Formansskifti í OM

OM Føroyar hevur fingið nýggjan formann. Á nevndarfundi í gjár skipaði nevndin seg av nýggjum við Jens Christiani Olsen sum formanni.

Jens hevur sitið í nevndini síðani 2016 og hevur verið skrivari í nevndini seinastu árini. Hann hevur eisini verið næstformaður eitt skifti.

Absalon hevur sitið í nevndini síðani OM Føroyar bleiv stovnað sum sjálvstøðugur felagsskapur í 2012. Hann var formaður frá 2012 til 2014 og so aftur frá 2017 til nú. Hann heldur fram í nevndini til næsta aðalfund, tá kunngjørt verður, hvør tekur sæti fyri hann í nevndini.

Durita Joenna Jacobsen, sum bleiv partur av nevndini í fjør, bleiv vald til skrivara. Randi Joensen hevur verið næstformaður, síðani Henrik Mellemgaard í fjør valdi at fara úr nevndini.

Vit ynskja at takka Absalon fyri hesi árini, hann hevur virkað sum formaður og fyri hansara fantastiska arbeiði øll hesi árini, hann hevur sitið í nevndini. Samstundis ynskja vit eisini at takka Henriki Mellemgaard, sum í fjør valdi at taka seg úr nevndini.

Vit ynskja eisini Jens hjartaliga vælkomnan í formanssessin og Duritu sum nýggjan skrivara.