21. juli 2019

Flóttafólk, heimleys og jarðskjálvti

TiM-toymið í Grikkalandi hevur sent eina stutta dagføring frá túrinum.

Tíðin sýnist at flúgva avstað her í Grikkalandi. Eftir at hava sovið eina nátt í Danmark, lendu vit, spent og glað, í Grikkalandi týsdagin. Og vit hava verið í gongd líka síðani.

Longu næsta dagin fóru vit út til eini hús, sum fórust illa í herviliga eldsbrunanum, sum herjaði í stórum parti av Aten síðsta summar. Vit ruddaðu alt úr húsinum, sum var oyðilagt av eldsbrunanum. Øll løgdu alla orku í arbeiðið, tí tók tað onga tíð at fylla kontainaran, sum stóð frammanfyri húsið. Leggjast kann aftrat, at eitt heilt ár eftir eldsbrunan, sum oyðilegði fleiri túsund hús, eru tað enn sera nógv, sum enn eru heimleys, ella liva í húsum, sum eru í sera ringum standi. So bið endiliga fyri hesum fólkum.

Síðani hava vit pakka skúlataskur at geva flóttafólkabørnum. Samstundis hava vit eisini brúkt tíð og orku upp á at vísa Guðs kærleika til hesi børnini við at spæla við tey. Tað hevur verið alt frá vatnballónkríggj til andlitsmáling og gingið á stúltum og at sita og tekna.

 

Tað eina kvøldið fór ein partur av toyminum út á gøturnar í Aten fyri at geva teimum heimleysu mat.

 

Nógv hevur verið á skránni hesar fáu dagarnar, men sjálvandi hava vit eisini haft tíð til at fara á strondina ein túr, havt andaktir og yvirhøvur bara havt felagskap við alt toymið, sum koma frá Hollandi, Sveis, Týsklandi, Grikkalandi og Føroyum.

 

Eitt má leggjast aftrat, og tað er, at vit merktu ein jarðskjálvta, sum bleiv mátaður til 5,3 á richterskalanum. Sjálvt um gólv og veggir hoppaðu og dansaðu, so vardi tað bara í eini trý til fimm sekund. Øll hava tað gott og eingin skaði hendi yvirhøvur í øllum Grikkalandi. Jarðskjálvtar av hesari megi henda einaferð við hálvt annað árs millumbili.

Øll stórtrívast, og alt toymið kemur tættari saman hvønn dag. Vit eru sera takksom fyri tykkara stuðul í tykkara bønum. Bið endiliga fyri Roma-fólkunum, sum vit skulu tæna millum næstu tríggjar dagarnar. Vit enda hesa dagføring við bíbliuversinum, sum lýsir túrin og hugburðin hjá luttakarunum væl.

Matteus 25:40: Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.»