Fjórði dagur
Aftur í morgun vaknaðu vit upp til ein deiligan dag við góðum veðri. Um nakað eitur soleiðis her í flata Norðurtýsklandi, ja so skínur sólin bæði oman og niðan. Tó – tað er nakað svalligari í dag enn dagarnar frammanundan, og annars so lovar hann gott veður alla vikuna.
Júst nú sita vit øll í Main hall til felags morgunbíbliutíman. Dagsins tekstur er aftur úr “Faðir vár”. Í dag eru vit komin til: “Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.”
Og av pallinum verður tosað um, at fyrigeving er ein týðandi partur av okkara samfelað við Gud og onnur menniskju. At vera partur av ríki Guds merkir, at vit eru fyrigivin, og at vit fyrigeva hvørjum øðrum.
Seinni fyrrapartin fara tey ungu at samtala víðari um hetta evni á teirra egna liði saman við leiðara teirra.
Kl 14 í dag er stuðulsrenningin RAG (Raise and Give). Her kunnu øll, sum eru á TeenStreet renna ella ganga nakrar rundir runt um økið her á leguni. Hugskotið aftanfyri hetta er, at tey hava fingið nakrar stuðlar, sum t.d stuðla við eini upphædd pr. rundu ella eini fastari upphædd. Peningurin sum kemur inn í ár fer til verkætlanir, sum arbeiða við flóttafólkum – tannáringum og børnum – í Grikkalandi, Italia og Serbia. Meira verður at síggja og frætta um RAG seinni í dag.
Vit ynskja øllum ein super dag!
Skrivað: Eyðun á Lakjuni