2. august 2018

Fimti dagur

So eru vit byrjað uppá fimta dagin. Aftur í morgun er av allarfínasta veðri her niðri í Týsklandi. Og aftur í morgun eru allir tannáringarnir savnaðir inni í stóra salinum til bíbliutíma. Vit eru komin til hesa bønina úr “Faðir vár”: “Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.”

Undirvísingin av pallinum er sera fjølbroytt og fangandi fyri tey ungu. Tey eru trý, sum undirvísa, og tey koma á pallin uppá skift, so tað í sær sjálvum er fjølbroytt. Men eisini verður varierað við bæði onkrum spæli, drama ella dansi, sum er grundað í evninum, undirvíst verður í. Og so er tað sjálvandi eisini nógvur sangur. Og sangirnir eru eisini so vítt møguligt valdir eftir evninum, sum talað verður.

Hetta er kanska ikki hátturin, tey flestu av okkum er von við heimanífrá, men hetta er gott, og gleðiboðskapurin verður boðaður.

Vit ynskja øllum ein góðan dag!