Femja er farin tríggjar mánaðir á Logos Hope
Femja Miné Jacobsen fór fyri 10 døgum síðani allan vegin úr Klaksvík til Trinidad fyri at fara umborð á Logos Hope at vera við á STEP programminum fram til apríl. Á veg yvir til Trinidad møttist Femja við fýra øðrum gentum á flogvøllinum í Toronto, sum eisini skuldu á STEP.
Hesar tríggjar mánaðirnar á Logos Hope er Femja partur av catering team, sum taka sær av uppvask, fyrireika matin og vaska messuna. Fyrstu dagarnar umborð eru eisini farnir við at hava trygdarvenjingar og líknandi.
Femja er serliga glað fyri samanhaldið millum STEP’ararnar – saman hava tey brúkt tíð at lovsyngja og at lesa í Bíbliuni saman. Hetta hjálpir teimum øllum at vaksa andaliga.
STEP stendur fyri Short Term Exposure Programme, hetta programmið gevur tær møguleika at royna lívið á Logos Hope í 2-3 mánaðir, og at fáa ein smakk av lívinum í trúboðanarvirksemi. Skriva til okkum á info.fo@om.org um tú kundi hugsað tær at farið út við Logos Hope.