22. apríl 2021

Fara at stovna nýggja samkomu

Eftir summarferiuna fara Johannes og Cecile, saman við øðrum familjum, at stovna eina nýggja samkomu í norðara partinum av Nantes.

 

Samkoman, sum tey ganga í hevur vøkstur seinastu tíðina og leiðslan hevur tí avgjørt, at tíðin er komin at seta nýggjar samkomur á stovn. Hugsanin er, at nakrar familjur úr fyrstu samkomuni fara at stovna nýggjar samkomur í sínum nærumhvørvi. Tríggjar sunnudagar hava tey so møti hvør sær, men ein sunnudag um mánaðin hittast allar samkomurnar og prísa Gudi saman.

 

– Vit eru spent uppá hendan nýggja kapittulin, og síggja fram til, hvussu Gud fer at leiða okkum, sigur Jóhannis.

 

Koronakreppan hevur sum vera man eisini ávirkað arbeiðið hjá teimum, men tó ikki í so stóran mun sum aðrastaðni. Kortini hevur tað mesta av møtum og undirvísing verið um telduskermin. Serliga Cecile hevur verið nógv virkin við at hava bíbliutímar fyri gentum og ungum kvinnum.

 

Tey biðja okkum minnast til sín í bøn.

  • Biðið fyri, at Gud skal geva okkum vísdóm og einleika í samkomuni, í samband við átakið at stovnseta nýggjar samkomur.
  • Takkið Gudi fyri at vit kunnu nýta Zoom og aðrar samskiftispallar, soleiðis at vit framhaldandi kunnu gera Hansara verk her í Nantes.
  • Takkið Gudi fyri, at nógv ung ynskja at lata seg doypa.
  • Takk fyri at tit lesa hetta, og takk fyri at tit biðja saman við okkum.