22. september 2022

Familjan Timothy er í farloyvi í Føroyum

John og Birita Timothy, sum virka sum trúboðarar í Japan, eru í løtuni í farloyvi í Føroyum. Tey hava verið í Japan í fýra ár og hava nú verið í farloyvi í 2022, fyrst í Norðurírlandi og nú, síðani summarið, í Føroyum.

 

John og Birita er send út frá Overseas Missions Fellowship (OMF), einum enskum felagsskapi. Men av tí at OMF einki umboð hevur í Føroyum, er avtala gjørd um, at OM Føroyar tekur sær av teirra praktisku viðurskiftum her í Føroyum, so sum stuðuli og øðrum. OMF er fyrrverandi China Inland Mission, sum kendi trúboðarin Hudson Taylor stovnaði.

 

Fyrstu tíðina vóru tey á málskúlanum hjá OMF í Sapporo, men fluttu so til Hirosaki, norðaliga á oynni Honshu. Nú er avgjørt, at tey skulu flyta norður aftur til Sapporo at arbeiða í eini samkomu har.

 

Í heyst vera fleiri høvi at hoyra frá teimum báðum. Tey hava longu luttikið á nógvum møtum, men um tit vilja bjóða teimum at koma at tosa og greiða frá teirra arbeiðið í tykkara samkomu ella kirkju, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á OM-kontórinum.

 

Seinni í heyst fer OM Føroyar at skipa fyri einum Japan-kvøldið, har tey bæði eisini fara at luttaka. Nærri kunning um tað kemur seinni.