1. apríl 2020

Fá eitt prát við okkara missiónscoach

Kundi tú hugsa tær at farið út í missión, men veitst ikki hvar? Ella kundi tú hugsað tær at vita meiri um, hvussu tú kanst brúka tínar gávur og førleikar í missión?

Bið so um eitt prát við okkara missiónscoach Jóhan Petur Johannesen. Hann vil fegin práta við teg og vegleiða teg um, hvussu tú kanst liva títt lív í Guds missión.

Jóhan Petur Johannesen var í Lindini og greiddi frá, hvussu hann fer at arbeiða sum missiónscoach fyri OM, og hvat tað vil siga at vera missiónscoach. Tú kanst lurta eftir brotinum við Jóhan Petur á heimasíðuni hjá Lindini – lurta her.