24. november 2020

Eru spakuliga komin í gongd aftaná Covid

– Nú eg havi verið her í tvey ár, hvat so? Eg havi hesi tvey árini kent Harrans leiðslu og eisini, at tvey ár ikki var nokk; eg havi tí avgjørt at halda áfram her í tænastuni í AIDS Hope. Eg eri spent upp á hvat framtíðin hevur at bjóða og at síggja, hvørjar ætlanir Harrin hevur fyri meg og fyri sentrið her, skrivar Tanja Mortensen í nýggjasta tíðindabrævinum.

 

Kæru vinir og samverkafólk, “Nær sleppa vit aftur til Meetse?” er ein spurningur, ið børnini ofta hava spurt okkum hetta seinasta hálva árið, ið sentrið her hevur verið stongt. Hvørja ferð hava vit verið noydd at skuffa tey við svarinum “Ikki enn, men vónandi skjótt, tá tað verður tryggari.”

 

Henda tíðin hevur verið ein roynd fyri okkum øll, og hóast korona enn ger um seg í landinum, so er støðan batnað og tí kunngjørdi presidenturin um hálvan september, at landið nú kundi fara niður á Level 1. Hetta merkir, at búskapurin kann lata meiri upp og landamørkini eru eisini latin upp. Hetta vóru gleðitíðindi fyri allar Suðurafrikanarar, ið feiraðu hetta, sum teir gera best, við tónleiki og dansi.

 

Vælkomin aftur til Meetse!

Kunngerðin frá presidentinum passaði væl við okkara ætlanum, um at lata Meetse sentrið uppaftur. Vit kundu, tí við gleði ENDILIGA siga børnunum frá, at 21. september vóru tey vælkomin aftur til Meetse.

 

Vit hava øll glett okkum til dagin, tá vit kundu síggja deiligu smílini aftur og hoyra nógvan barnalátur aftur á økinum. Vit hava verið noydd at gjørt onkrar broytingar, so vit kunnu halda frástøðu osv., so tað er ikki heilt tað sama, sum tað var. Men vit tillaga okkum, og gleðast um hvønn dag saman við børnunum.

 

Tað er sjálvandi eisini løgið fyri tey, at alt er broytt; har tað sótu seks børn við eitt borð, sita nú tvey; tey og vit eru í munnbindi allan dagin; tey kunnu ikki renna og spæla líka frítt, vegna frástøðu. Størsta broytingin er nokk, at tólv børn, ístaðin fyri 29, eru her hvønn dag, so huglagið er ikki heilt tað sama heldur. Men fyri hvønn dag verður tað meiri vanligt.

 

Ein fyrimunur er tó við at hava færri børn – og tað er meiri tíð til tað einstaka barnið. Vanliga havi eg seks børn (6. og 7. flokk) í mínum bólki, sum fáa hjálp við skúlatingum, men nú havi eg bert tvey. Hetta hevur nógv at siga fyri tey, tí tey verða meiri hoyrd og eg kann betur hjálpa teimum.

 

Tvey ár…og hvat so?

Eg havi longu verið her í Suðurafrika í meir enn tvey ár. Tann 21.august 2018, tá eg fór úr Føroyum, virkaðu tvey ár, sum ein long tíð. Men tey hava gingið skjótt!

 

Tað hava verið tvey sera mennandi og avbjóðandi ár; eg havi lært sera nógv og sett spurning við ymiskt, sum eg kanska áður havi tikið sum eina sjálvfylgju. Eg havi møtt nógvum góðum fólki, fingið fleiri vinir ymsastaðni frá, blivin inspirerað og motiverað av øðrum, ið hava verið í trúboðan í langa tíð. Eisini var eg so signað at fáa vitjan av familju úr Føroyum beint áðrenn korona av álvara byrjaði her.

 

Nú eg havi verið her í tvey ár, hvat so? Eg havi hesi tvey árini kent Harrans leiðslu og eisini, at tvey ár ikki var nokk; eg havi tí avgjørt at halda áfram her í tænastuni í AIDS Hope. Eg eri spent upp á hvat framtíðin hevur at bjóða og at síggja, hvørjar ætlanir Harrin hevur fyri meg og fyri sentrið her.

 

Um Harrin vil, so ætli eg at koma heim í farloyvi í tríggjar mánaðir, so skjótt tað ber til. Men fyrst so havi eg søkt um at forleingja uppihaldsloyvi, og nú bíði eg eftir svar frá myndugleikunum.

 

Um tit ynskja at stuðla Tanju í hennara tænastu í Suðurafrika, kunnu vit gera eina flyting til kontuna hjá OM Føroyum, 9181-426.219.2, og viðmerkja Tanja.