Eitt kvøld í Nantes saman við Marcel
Yvir nøkur ár og sum partur av adventskalendaranum hava føroyingar stuðla arbeiðnum millum kvinnur á gøtuni í Nantes í Frankaríki. Marcel Georgel og kona hansara Åse standa fyri hesum arbeiði, og tey takka fyri stuðilin, tey hava fingið úr Føroyum.
Jóhannis og Cecile Mortensen saman við døtrum teirra búgva eisini í Nantes, og seinasta fríggjakvøld var Jóhannis við Marcel á gøtununum í Nantes. Jóhannis hevur skrivað hesa frásøgn um hetta kvøldið:
Tað er fríggjakvøld, hitin er umleið 3 stig, og vit ganga á eini breiðari gøtu í Nantes, har nógvar skøkjur halda til. Marcel kennir nógvar av teimum; hann sigur, at hesi 10 árini hava tey sæð fleiri enn 80 kvinnur koma burtur úr lívinum á gøtuni. Vit hitta eina kvinnu úr Rumenia, Marcel prátar við hana og gevur henni eina Bíbliu, sum hann hevði lovað henni. Vit fara víðari og møta eini kvinnu úr Nigeria, hon eitur J. Hon er glað at síggja okkum, vit hava tikið heitt kakao og kaku við til kvinnurnar. J sigur okkum, at henni dámar væl tónleik. Áðrenn vit fara víðari syngja vit ein kristnan sanga saman, og vit biðja eisini fyri henni. Nú er við at vera seint, klokkan er umleið hálgum tvey um náttina, og vit møta S og J. Tær eru vinkonur og eru altíð saman, tær fortelja okkum, at lívið á gøtuni er hart og vandamikið. Aftaná at tær hava fingið heitt kakao, gevur Marcel teimum Bíbliur og vit eggja tær til at lesa í teimum.
Gud hevur signað tænastuna hjá Marcel og Åse. Sosialu felagsskapinir og politiið kenna tænastu teirra, og hetta er ein vakur vitnisburður um tænastur hjá kristnum í Frankaríki. Eg eri fegin um at verða partur av hesum toyminum. Biðið fyri Marcel og Åse, fyri tænastuni her og fyri kvinnunum.
Vit kunnu halda á at biðja fyri hesi tænastu í Nantes og stuðla tænastuni fíggjarliga. Til ber at stuðla beinleiðis umvegis boksina niðanfyri ella við at flyta peninga á konto hjá OM Føroyum í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk “tænastan í Nantes”.