1. mai 2015

Ein tøkk í samband við Georg Verwer vitjanina

Vit frá nevndini ynskja at takka øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt, tóku lut í vitjanini av Gerorg Verwer í Føroyum. Ein serligur bólkur úr Klaksvík stóð fyri fyrireikingum og tiltakinum, sum var í Klaksvík. Eitt fyrimyndarligt arbeiði, sum eydnaðist til fulnar. Eisini vóru sera nógv fólk, sum luttóku á so fjølbroyttan og ymiskan hátt og kunnu vit bara vera takksom, fyri at OM hevur so nógvar vinir runt landið, sum taka hánd í, tá vit skipa størri tiltøk.
Vit eru sera takksom og síggja at tiltaki hevur føtt nakað í mongum, sum ynskja at tæna gjøgnum bøn, fíggjarligum stuðli og at fara út í tænastu. Hetta í sær sjálvum er stórt.
Stór tøkk til tykkum øll og Guds signing í lívi og virki víðari.

 

Nevnd og leiðsla