1. apríl 2020

Ein øðrvísi tíð umborð á Logos Hope

Koronakrímið ávirkar eisini Logos Hope og virkseminum hjá skipinum, sum í løtuni liggur við bryggju í Kingston í Jamaika. Skipið er ikki opið fyri almenninginum, bókasølan er stongd, og manningin vitjar ikki sum so í landi í Jamaika. Virksemið umborð er tí nógv øðrvísi enn vanligt, og møguleiki er ikki til at røkka út til lokala samfelagið á sama hátt sum vanligt.

Áðrenn skipið stongdi, hevði skipið møguleikan at bjóða fólki úr Jamaika umborð í nakrar dagar, og fyrst í mars mánaði var tað júst í Jamaika at vitjandi nummar 9 milliónir kom umborð á skipið.

Í síðstu viku fekk Logos Hope nýggjan skipsstjóra. Seinastu trý árini hevur suðurkoreanin Pil-Hun Park verið stjóri á Logos Hope. Amerikanarin Randy Grebe yvirtók uppgávuna sum stjóri.

Undir hátíðarhaldinum, tá Randy bleiv innsettur, tosaði Randy um hvat er fyri framman hjá skipinum, nú ferðaætlanin er nógv ávirkað av altjóða farsóttini. Hann vísti á at fokusið næstu tríggir mánaðirnar, sum verður ‘at byggja, saman við Heilaga Andanum’. Hann segði at manningin á 350 fólk eru spent at hava møguleikan at byggja ‘okkara felagsskap, okkara tænastu og okkum sjálv’ ígjøgnum eina árstíð har vit kanna og venja kreativ outreach, meðan vit eisini fylgja heilsutilmælum.

Latið okkum biðja fyri Logos Hope og manningini komandi tíðina. Biðið at eingin má blíva smittaður við korona umborð. Biðið fyri vísdómi frá Gudi til leiðsluna og nýggja stjóran umborð, sum tey finna útav hvar skipið skal fara komandi tíðina. Biðið eisini at hetta má verður ein góð tíð umborð við andaligum vøkstri.

Vit ynskja, at Gud verður ærdur í øllum umstøðum!

Komandi mánaðirnar hevur Logos Hope tørv á eyka fígging, tí inntøkurnar eru minkaðar, av tí at bókasølan er stongd, men útreiðslurnar eru enn nakað tað sama. Til ber at stuðla Logos Hope við at flyta eina uppædd á konto í Betri Banka 9181-4262192, viðmerk ‘Logos Hope’.