17. mars 2014

Ein hjartans tøkk til tykkum øll

Nú eru tvær vikur síðani Global Village og FOKUS vikan endaði. Møðin byrjar spakuliga at fara úr kroppinum, men upplivingin er har enn. Hetta var ein vika við nógvum stórum upplivingum og ein vika fylt við gleði, tøkk og signingum.
Vit eru ómetaliga takksom fyri øll tey 738 fólkini sum valdu at fara ígjøgnum Global Village og bøn og vón okkara er at hetta er ein uppliving, sum kemur at mynda okkara avgerðir framyvir.
Yvir 100 fólk settu nógva tíð av til at hjálpa á øllum teimum ymisku økjunum. Uttan tykkum var hetta stóra tiltak als ikki møguligt og vit eru Harranum sera takksom fyri tykkum.
Áðrenn tað svenska toymið fór av aftur landinum, var ein hugnaløta hildin fyri øllum teimum, sum høvdu hjálpt til, og var hetta eitt sera stuttligt og gevandi kvøld. Umleið 70 fólk høvdu møguleika at koma til hesa hugnaløtuna og ein partur av teimum eru avmyndaði á hesi mynd.