13. februar 2014

Ein heilsan frá Biritu úr Spania

Hola a todos!! Espero que estais bien

Klokkan 16.00 tann 3 februar 2014 setti eg kós ímóti Spania. Eg var øgiliga spent, men visti ikki hvat eg skuldi vænta. Tað tók 3,5 tímar úr KBH til Madrid, og so víðari úr Madrid til La Coruna(Norður Spania). Ferðin gekk væl, inntil eg kom umborð á flogfarið í Madrid, tí knappliga var ALT á sponskum. Eg royndi at lurta, vita um eg kundi fanga nakrar setningar her og der, men nei. Allan vegin frá Madrid til La Coruna sat eg og bað, tí eg hevði gloymt at sent informatióninar um at eg kom 3 feb. ístaðin fyri 4, og tá eg royndi at fáa fatur á teimum dagin áðrenn eg reisti, vóru tey “out of office”. So eg visti sostatt ikki um nakar visti at eg kom tað kvøldið. Men tá eg kom út frá “bagage reclaim” á A Coruna lufthavnini stóð “Jeser” við OM skiltum og vinkaði og smíltist, eisini hesa ferð var Guð trúgvur. Tað tók áleið ein hálvan tíma frá lufthavnini til okkara deiliga hús her í Narón. Tá eg kom bleiv eg væl móttikin av mínari “roommate” Alessu, sum er frá Týsklandi.

Í skrivandi løtu liggi eg djúpt balla í míni deiligu og “heitu” song inni í mínum kalda kamari, sum eg deili við 2 øðrum gentum. Kamari er akkurát nóg stórt til 3 sengur og eitt “skáp”. “Sløkk nú varman, nú hevur hann verið frá í 2 tímar”, rópar Jeser(ein av leiðarunum). Vit hava nemliga sjálvdan varma í húsunum, tí tað er so dýrt, so eg eri SUPER glað fyri mína deiligu føroysku troyggju og ulluntu hosur. Tað skuldi man ikki trúð her í Spania, men her í Naron sum eg eri, er kalt og nógv regn beint nú. Sum tit síggja á myndini, so hava vit 2 høsn uttanfyri sum eg og Alessa(my roommate), hava valt at kalla Roberto og Chanel.

Annars kann eg eisini fortelja at vit eru 7 fólk sum búgva saman beint nú og um eina viku koma 3 avtrat! 😮 So tað er gott at eg eri von við fult hús har heima

Tað var við blandaðum kenslum at eg “aftur” fór frá mínum kæru har heima í Føroyum. Eg má viðganga, at eg var nokkso bangin fyri hvørjum eg kom at møta á míni ferð og hvat fór at henda, eg kendi nemliga lítið og onki til arbeiði her í Spania, men av eini ella aðrari grund, var hetta tað sum Guð hevur lagt mær á hjarta. Men Guð veit hvat hann ger!!! Eg eri her í Norður Spania og stórtrívist millum spaniólar sjálvt um eg ikki dugi at tosa spankst… ENN! Eg læri spankst so tað fer vónandi at koma, sum eg plagi at siga í kirkjuni “poco o poco”(stig fyri stig).
Sum sagt so eru vit 8 fólk í the “travelling team”(programmi sum eg eri við í). Arbeiði sum vit koma at gera hesar mánaðirnar er øgiliga breitt og ymiskt. Eg komi m.a. at vera nógv í kirkjuni og hava enskt tímar, læra fólkini her enskt. Eisini eru vit við í “La Puerta”, sum er staðið har vit geva mat út til fátøk fólk. Eisini eru vit við í øllum arbeiðinum í kirkjuni “Agua Viva”. Um hálvan Mars fara vit sum hold, at ferðast runt í Spania. Har fara vit at hjálpa til við øllum møguligum arbeiði, sum kirkjur runt í Spania hava brúk fyri. Eg eri sera spent uppá tíðina fyri framman, og eri spent at síggja hvat Guð kemur at gera ígjøgnum okkum. Eg biði fyri tykkum har heima og hopi tit øll hava tað ordiliga gott. Ein lítil heilsan her úr Spania

Guð er stórur og elskar TEG!
Que benediga! Adios.