31. juli 2017

Ein fittur føroyskur dreingjaflokkur

Á veg yvir at fáa mær ein bita á miðdegi í dag, gekk eg mær á stóru grasfløtuni fram á ein føroyskan dreingjaflokk, sum júst vóru við at gera seg lidnar við andaktina áðrenn døgurða. Eg steðgi á og bíði til teir eru lidnir. Spyrji teir so, um eg ikki líka kann fáa orðið á teir eina løtu, og jú, tað er ongin trupuleiki. Teir eru bæði blíðir og fryntligir.

Teir eru 6 dreingir á liðnum og so leiðarin, sum eisini er ungur. Teir siga við ein munn, at hetta hevur verið ein framúr góð og uppbyggjandi lega, bæði andaliga, men eisini tá teir hugsa um at skapa vinarløg. Og so er tað eisin avbera stuttligt at vera her.Teir hava fingið fleiri vinir úr øðrum londum, og onkur av teimum smílist eitt sindur uppá meg og sigur, at har har er onkur drongur ímillum eisini – hvør skal siga, tað eru mest gentir. 😊 Teir halda, at tað er lættast at samskifta við norðurlendingar. Eisini siga teir, at ígjøgnum ítróttin eru teir komnir at kenna fleir onnur ung.

Dreingirnir á hesum liðnum vilja heilt víst viðmæla og eggja øðrum at fara á Teenstreet. Teir halda, at legan er framúr væl fyriskipað, og at tilfarið, teir brúka til andaktir og bíbliutímar, er gott.

Vit ynska dreingunum framhaldandi góða legu.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni