6. februar 2017

Durita Olsen

22 ára gamla Durita Olsen úr Fuglafirði, er farin til Chile, á trúboðaraskeið í 9 mánaðar.

IMT (Intensive Mission Training) er eitt 9 mánaðar langt programm, fyri fólk sum ynskja at læra um trúboðan og fyrireika seg til hvussu eitt lív sum trúboðari er. Málið er at tey læra Gud og seg sjálvan betur at kenna. IMT bjóðar eina javnvág av teori og praksis, við floksundirvísing og handaligum trúboðara arbeiði.

Durita er á toymi saman við fólki úr øllum heiminum, td. Suður Korea, Svørríki og Týsklandi. Undirvísingin gongur fyri seg á enskum (tulka til spanskt) og sponskum (tulka til enskt) og málið er at luttakarnir skulu læra spanskt meðan tey eru har, so tey enn betur kunnu koma í samband við lokala fólki og læra teirra mentan.

Vit ynskja Duritu Guds signing í hesi spennandi tíð.