1. august 2019

Dreingjalið úr Tórshavnar kommunu

Fyrrapartin í dag sótu tey flestu liðini úti í góðveðrinum og høvdu andakt. Eg spákaði mær ein túr og kom framvið einum føroyskum dreingaliði. Teir vóru 6 í tali og so leiðari teirra Jóhan Vang av Argum.

Tá ið eg spurdi teir, um eg kundi seta teimum nakrar fáar spurningar við tí fyri eyga, at eg skrivaði ein lítlan stubba, játtaðu teir, men bóðu meg koma aftur um 15 min., tí tá var andaktin liðug.

Eg so gjørdi. Teir fortelja fyri mær, at teir eru 15 og 16 ára gamlir. Felags fyri teir er, at teir allir vórðu lidnir við 9. flokk fyrr í summar, og at teir allir eru úr Tórshavnar kommunu. Teir hava trivist sera væl á leguni hesuferð, og teir halda, at her er trygt og gott at vera. Samfelagið og andin er góður, og tað er áhugavert at koma at kenna nýggj menniskju – eisini úr øðrum londum. Teir halda eisini at hetta hava verið nakrir læruríkir dagar, og at bæði andaktirnar á liðnum og stóri bíbliutímin í Main Hall um morgunin er gevandi. Og eins og kanska tey flestu, dáma teimum eisini sera væl lovsongsløtuna, Throne Room, sum er um kvøldið.

Matin á leguni tosa teir ikki so nógv um, men onkur sigur kortini við einum smíli, at honum leingist eftir skerpikjøti og føroyskum kranavatni. Tá ið eg spyrji teir, hvørjum teir halda við heima í Føroyum , er tað eitt sindur blandað. Onkur heldur við AB, onkur við við B36 og eisini er onkur fjeppari hjá Undrinum. Men ongin heldur við HB 😊

Fittir fýrar at práta, má eg siga!

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni