31. juli 2017

Donsku leiðararnir eru hálvir føroyingar

Her eru nógvar ymiskar tjóðir umboðaðar á Teenstreet. Og millum tær eru eisini tær norðurlendsku Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland. Danski hópurin telur 55 hesuferð. Harav eru 30 tannáringar, sum eru á legu.

Tveir av trimum leiðarðum fyri danskararnar eru hálvir føroyingar. Tað eru systrarnar Randi Muren og Elisabeth Andersen. Randi hevur í eini 6 á staðið fyri Teenstreet Danmark saman við manninum Nick, sum upprunaliga kemur úr Amerika, og fyri umleið ári síðani kom systirin Elisabeth eisini upp í leiðslubólkin.

Tær siga fyri mær, tá ið eg í gjárkvøldið fekk eitt lítið prát við tær, at nógvir av ungu danunum, sum eru her á Teenstreet, koma úr Skovlunde frikirke, har tær eisini ganga og hava sínar uppgávur. Onnur koma úr kirkjuliga felagsskapinum Kristen felleskab.

Randi og Elisabeth eru døtur Christinu og Jørgen Andersen. Christina er dóttir Ruth og Robert á Lakjuni í Fuglafirði. Tey bæði, omman og abbin vóru sera hollir stuðlar í barna- og ungdómsarbeiðinum í Zarepta, tá ið tey vóru upp á tað besta, so mann kann næstan siga, at tær báðar líkasum hava hetta í blóðinum. Tær skilja báðar væl føroyskt, so eg práti bara móðurmálið við tær. Kortini halda tær seg ikki sjálvar til at tosa føroyskt, hóast onkur føroysk glosa kemur upp ímillum.

Tær eru nokk so ofta í Føroyum og ferðast. Sjálvandi var tað oftari fyrr tá ið omman og abbin livdu, men enn er lag á manni at koma, tí foreldrini hava keypt og yvirtikið húsini niðri á Lakjuni í Fuglafirði, sum jú er barndómsheimið hjá Christinu.

Tær eiga ein eisini ein beiggja, Jóhan, og hann plagar at vera fastur fúsur á Teenstreet, men er tó ikki við í ár.