12. januar 2015

Dánial og Bjørg umborð á Logos Hope

Eftir Poul Jóhan Djurhuus

Velja Logos Hope fram um A.P. Møller/Mærsk

– býta “tryggu” tjaldpelarnar um við trúarpelar.

Bjørg og Dánial í Skemmuni eru eini ung føroysk hjún, sum í nærmastu framtíð ætla sær at býta “tryggu” tjaldpelarnar um við trúarpelar.

Tey vitjaðu Berøa í Saltangará á møtinum nýggjárskvøld, har tey greiddu frá síni framtíðarætlan. Hava búð í Danmark seinastu 6 árini.

Dánial er vaksin upp í Saltangará, og er sonur Ásu og Áka í Skemmuni, sum fluttu til Saltangará, har Áki arbeiddi sum  bókhaldari á  Eysturoyar Heilsølu, og seinni gjørdist hann eigari.  Fyri mongum árum síðani fluttu Ása og Áki til  Fredericia, har tey enn búgva.

Bjørg er vaksin upp við Ljósá og er dóttur Finngerð og Poul Jóhannus Ellingsgaard. Finngerð er ættað úr Norðskála og Poul Jóhannus er ættaður av Eiði.

DÁNIAL

Dánial kom regluliga í sunnudagsskúla í Berøa, og kom regluliga til møtini í samkomuni, og gjørdist ein dyggur stuðul í ungdómsarbeiðinum í Berøa og í Eysturoynni. Bjørg og Dánial vórðu vígd í Berøa í Saltangará í 2007. Tey eiga 3 børn, Naomi 6 ár, Noah 4 ár og Lucas 1 ár.

Tey fluttu til Århus í 2008, har Dánial helt fram við at lesa grannskoðan og roknskap, sum hann varð liðugur við í 2010, tá tey fluttu til Amager/Keypmannahavn at búgva. Hann hevur arbeitt sum grannskoðari hjá PwC., og sum roknskaparleiðari hjá Banedanmark, har hann var starvsfólkaleiðari hjá 25 starvsfólkum. Í dag arbeiðir Dánial í fíggjardeildini hjá MAERSK TANKERS, sum A.P.Møller /Maersk  eigur.

Bjørg og Dánial koma regluliga í Kristnastovu, har tey eisini eru virksom.

BJØRG

Bjørg ætlaði at fara undir lesnað, tá tey fluttu til Danmarkar, men av tí at børnini vórðu so tøtt, so varð tað ikki heilt sum tey høvdu ætlað,  men hon sigur í dag, at hon er sera væl nøgd við at vera heima og vera mamma hjá sínum børnum og taka sær av heimligu skyldunum annars.  “Børnini stórtrívast og sama gera mamman og pápin,” sigur Bjørg.

Í Berøa greiddi Bjørg frá, at hon gekk í sunnudagsskúla bæði við Ljósá og í Mizpa á Eiði,og at hon minnist væl, at hon í sunnudagsskúlanum sá seg sjálvan sum sunnudagsskúlalærara onkustaðni í Afrika. Tá Bjørg kom upp í ungdóms- og vaksnamannaárini gjørdist hesin missjónstankin enn sterkari, at hon skuldi tæna Gudi onkustaðni úti á missjónsmarkini.

MØTIR DÁNIALI

Tá hon møtti Dániali, gjørdi hon honum heilt greitt hvørjar tankar hon hevði viðvíkjandi framtíðini, at hon kendi seg kallaðan at virka í Guds verki úti á missjónsmarkini. Bjørg segði, at hjá Dániali var tað heilt greitt, at hann hevði ikki ætlanir at vera aðrastaðni enn í Føroyum.

DAGLIGA TRUMMI-RUMMI

Tey giftust, fluttu til Danmarkar, stovnaðu familju, funnu sær eitt andaligt heim, lesturin gekk sína gongd, fingu arbeiði, og tað borgarliga trummi-rummi koyrdi sum hjá nógvum øðrum við tryggum og góðum rammum á danska arbeiðsmarknaðinum – men hugsanin at fara út á missjónsmarkina lá alla tíðina sterk í bakgrundini!

ONNUR LÍVSLEIÐ

Árini gingu og hjúnini mentust og evnaðust til hvønn annan, soleiðis, at í dag eru tey samd um at rykkja “tryggu” pelarnar upp í Keypmannahavn og fara at virka í fullari tíð umborð á missjónsskipinum hjá OM, Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

Tey hava vitjað familju í Føroyum um jólini, har tey hava ráðført seg bæði hjá OM-leiðsluni og hjá  samkomuni  á heimafrontinum. Um Gud vil, so fara tey við Logos Hope í september har tey fyribils koma at virka í tvey ár.

Sum áður nevnt í hesi grein, so arbeiðir Dánial innan roknskap í fíggjardeildini hjá MAERSK TANKERS, sum hann trívist ómetaliga væl í, ikki minst tí, at hann hevur so góðar arbeiðsfelagar. Men Dánial og Bjørg eru til reiðar at siga tilveruna í Keypmannahavn frá sær til fordeil fyri tænastu fyri Harran umborð á Logos Hope.

FÍGGJARLIG ÁBYRGD

Dánial hevur longu fingið sína høvuðtænastu umborð, sum verður at halda skil á debit og kredit á teimum mongu fíggjarligu postunum umborð á einum skipi sum Logos Hope; og tað er alneyðugt innan OM-høpið, at peningavirðuskftini eru optimal og til eina og hvørja tíð gjøgnumsiktig.

Tað verður nógmikið at síggja til hjá Dániali við umleið 450 fólkum frá umleið 40 ymiskum tjóðum, sum regluliga skula hava sínar lummapengar – bókasøla, túsundavís av bókum verða keyptar og seldar – proviantur bæði til manning og túsundavís av vitjandi – havnagjøld skula avgreiðast – vatn skal keypast – viðlíkahald innan og uttan – roknskapurin í samband við maskinrúmið – og síðani er tað tann dýrasti fíggjarposturin hjá Logos Hope, sum er oljan, ið Dánial eisini skal halda fíggjarligt skil á.

Valutakursir verður óivað nakað, sum Dánial sleppur at royna seg við sum tíðin líður. Fyri hvørja havn, ið vitjað verður, vilja fólk keypa bøkur við sínum egna valuta og skal hesin fremmandur valuta vekslast, soleiðis at Logos Hope kann brúka valutan í næstu havn til havnagjøld og proviant – alt hetta skal Dánial hava eitt vakið eyga yvir!

Hvønn mánaða skal Dánjal senda eina fullfíggjaða roknskaparrapport til høvuðsskrivstovuna hjá OM í Mosbach í Týskalandi.

Hetta verður ein tung ábyrgd hjá Dániali at skula lyfta, men 34 ára gamal og við arbeiðsroyndum í vinnulívinum  er hann væl ílatin til uppgávuna umborð á Logos Hope. Av hesum skilst, at Dánial kemur at fáa seg royndan, hesi næstu tvey árini, á eini breiðari økonomiskari viftu, sum óivað eisini kemur at gagna honum í framtíðini.

BJØRG

Tá tað eru hjún við børnum, sum koma umborð á Logos Hope, so fáa tey tvey rúm at búleikast í; og soleiðis verður tað hjá Bjørg og Dániali og teirra trimum børnum tey næstu tvey árini. Bjørg kemur fyrst og fremst at taka sær av at fáa hesi tvey kømuruni at verða teirra hugnaliga flótandi heim. Afturat hesum kemur hon eisini at hjálpa til har sum tørvur er umborð, t.d. matgerð, reingerð, barnaansing o.a.

Hjún, sum eru umborð fyri longri tíð, verða vanliga brúkt sum ráðgevarar/mentorar “mamma og pápi” hjá teimum støku; og eisini eru tað hjúnini umborð, sum taka sær av prominentum gestum, sum eru nógvir ígjøgnum eitt ár. Alt hetta kemur Bjørg eisini at taka lut í – lívið umborð á Logos Hope er bæði spennandi og avbjóðandi!

TRÚARPELAR

Eingin, sum fer við OM ella Logos Hope stendur á einum OM-lønarlista, men har aftur ímóti standa tey í einum “leigumáli.” Nógvur peningur skal til fyri at kunna dríva eitt skip sum Logos Hope. Hesin peningur kemur inn við gávum, bókasølu og mánaðarligt gjald frá manningini, líka frá skipara og maskinstjóra til rustbankaran á dekkinum; og eisini fíggjarleiðarin umborð, Dánial í Skemmuni, skal gjalda eina stóra mánaðarliga upphædd fyri hann og konuna og teirra trý børn – at fara við Logos Hope er ein spurningur um trúgv!

Bjørg og Dánjal hava tikið eina lýdnisavgerð yvir fyri Harranum, sum er í fullum trá við teirra samvitsku. Tey eru fult vitandi, at trygga inntøkan tey hava havt seinastu árini verður ikki meir. Næstu tvey árini, kanska meir, seta tey tjaldpelarnar í trúgv á lyftini, at hann sum hevur sent okkum vil eisini vera hjá okkum og síggja til okkum.

Við hesum orðum vil undirritaði heita á samkomur, stovnar og einstaklingar eisini at hugsa um slík, sum í sínum bestu manndómsárum seta fleiri ár av og ólønt at virka fyri onnur – hesi gera ein mun!

TÍÐINDABRØV 

Tey vilja fegin senda mánaðarlig tíðindabrøv til tey, sum ynskja at fylgja við teirra tænastu umborð á Logos Hope. Um onkur ynskir hetta, er ein vælkomin at seta seg í samband við tey á hesum støðum: skemmuni@gmail.com / tlf. 0045 60130690