5. august 2021

Dagur aftnar

So fer hesin dagurin, sum er tann fyrsti heili dagurin her á TeenStreet at bera ímóti endanum. Og dagurin hevur verið góður við nógvum spennandi á skránni. Heilt frá morgunstundini hevur hýrurin verið góður, og tað er tann rætta gamla TeenStreet atmosferan yvir leguni.

Vit eru nú júst komin frá Throne Room – tað er lovsongsløtan her um kvøldið, og sangurin hevur ljómað um allan skúlan og ivaleyst um allar geilar við her úti á Argjum. Vit eru eisini signað við, at Jógvan Zachariassen endar Throne Room’ini øll kvøldini og tekur samanum dagin.

Nú hava tey ungu frí eina løtu og kunnu m.a. stytta sær stundir við at keypa sær okkurt gott undir tonna á nógvu keypsbásunum, sum eru á staðnum.

Vit gleða okkum longu til í morgin