6. august 2020

CleanStreet á Kambsdali

Á Kambsdali gongur legan uppá stás. Tey ungu hugna sær óført, og um eina løtu fara tey at renna stuðulsrenning, ið tey nevna RAG.

Her verður ansað væl eftir corona, og væl verður vaskað. Tey eru ikki færri enn eini 12 fólk, sum eru knýtt at vaskiliðnum, ið tey sjálvandi kalla “CleanStreet”

Hesi ungu eru kreativ. Tey hava fingið blusur frá KJ á Kambsdali, sum tey síðani hava málað.