13. februar 2019

Cecile & Jóhannis Mortensen vitja í Føroyum

Cecile og Jóhannis Mortensen, saman við døtrunum, eru í løtuni og vitja í Føroyum.
Tey virka sum trúboðarar í Nantes í Frankaríki.

Tey verða við á møtum runt í Føroyum:

Hósdagin 14. februar kl.20 til ungdómsmøti í Betesda í Klaksvík.
Sunnudagin 17. februar kl.11 í Oasuni í Hoyvík og kl.18 í Betesda í Klaksvík.
Týsdagin 19. februar kl.19.30 í Nebo á Toftum.
Mikudagin 20. februar kl.20 í Ebenezer í Havn.

Øll eru hjartaliga vælkomin til møtini.

Um tú ynskjur at stuðla arbeiði teirra í Frankaríki, so ber til at stuðla við flyting á kontu hjá OM Føroyum í Betri banka 9181-426.219.2, viðmerk Jóhannis Mortensen.