4. mai 2015

Bønardagur fyri Nepal

Lawrence Tong, altjóða leiðarin fyri OM, heitur á øll um at biðja fyri Nepal og hevur lýst mikudagin 6. mai til ein altjóða OM bønardag fyri Nepal.

 

“Vit mugu halda á at biðja enn meira áhaldandi fyri okkara brøðrum og systrum í Nepal, sum hava mist síni kæru og teirra hús hesa síðstu vikuna. Sum vit leita inn til Harran og biðja um Hansara hjálp, kenni eg meg sannførdan um at Gud fer at endurnýggja og styrkja fólkið í Nepal. Lat okkum standa saman í bøn”, sigur Lawrence.

 

Vit í OM Føroyar ynskja eisini at heita á føroyingar um at standa saman í bøn og seta serliga mikudagin av til bøn fyri Nepal.