9. august 2022

Bøn fyri teimum líðandi kristnu

Ímóti endanum av Throneroom í gjárkvøldið var lítil bønarløta. Av pallinum var spurt um tey ungu vildu biðja fyri líðandi kristnum í Norðurkorea, Nigeria og Iran. Í hesum londum hava tey kristnu sum kunnigt  ógvuliga, ógvuliga trong og vandamikil kor. Tey ungu settu seg síðani í smáar bólkar at biðja.

Tað var hugvekjandi at síggja hesar ungdómar í  hundraðtali úr 8 ymiskum tjóðum á 8 ymiskum tungumálum sita saman og biðja fyri teirra neyðstøddu trúarfeløgum úr londum við lítlum og ongum trúarfræsi.

Mær kom til hugs týðingina hjá Victor Danielsen av sálmanum “Bøn er hin sterka sálartrá” hjá James Montgomery (hann er nr. 669 í Nýggju Sangbók) Ørindi 2 og 3 siga soleiðis:

2. Bøn er eitt suff, í hjartað brent,

eitt róp, sum krevur svar,

eitt eyga vátt, mót Himli vent,

tá eina Gud er nær.

 

3. Bøn er eitt orð, so einfalt sagt,

sum barnamuður kann.

Bøn – jarðarríkis størsta makt,

sum sjálvan Harran vann.