31. juli 2017

Bjørt er við í The Teenstreet Orchestra

Tað er siðvenja á Teenstreet, at leguluttakararnir kunnu taka teirra ljóðføri við heimanífrá, um teir ynskja tað, og so fáa tey møguleika at venja og spæla saman undir kønari leiðslu.

Seinnapartin í dag hoyrdi eg sera vakran tónleik av pallinum. Eg fór inn at fregnast. Har har sat eitt rættiliga stórst orkestur og vandi á pallinum og eisini stórt kór. Tey mundu vera um eini 120 tilsamans. Mitt í rúgvuni situr 17 ára gamla Bjørt Joensen úr Fuglafirði við síni violin.

Tá venjingin er liðug, fái eg stutt orðið á hana. Hon sigur fyri mær, at tey fara at framføra á stuttari konsert í kvøld aftaná Throne Room. Tey hava vant eini 4 ferðir og hon heldur, at úrslitið er als ikki so galið, tá mann hugsar um hvussu lítið tey hava vant. Onkrar av nótunum fingu heldur ikki fyrr enn tey komu á leguna.

Bjørt er annars  nokkso garvað á síni violin. Hon hevur gingið í musikkskúlanum í eini 7 ár, har hon hevur spælt hjá Moniku Stauss. Tað dámar henni væl. Hon er júst nú liðug við fólkaskúlan og droymir um at fara til Spaniu á málskúla.

Vit takka Bjørt fyri prátið og spælið, og vit gleða okkum til konsertin á kvøld.

Skrivað Eyðun á Lakjuni