3. februar 2014

Birita Poulsen á veg til Spania

 

Birita Poulsen av Strondum setur í dag kós móti Spania, har hon skal virka hjá OM Spania fram til síðst í apríl. Saman við einum toymi, kemur hon at ferðast til ymiskar samkomur og hjálpa til við barna- & ungdómsarbeiði, umframt at hon eisini kemur at hjálpa til á OM miðstøðini í Naron.
Vit gleða okkum til at frætta meira frá Biritu, tá hon er komin í gongd í Spania.