21. november 2017

Birita og John Timothy

John og Birita Timothy saman við lítla soninum Jónas, virka í Japan við felagsskapinum OMF (Oversea Mission Fellowship). Av tí at OMF ikki hevur umboðan í Føroyum hevur OM Føroyar verið við til at senda tey út.

John og Birita fluttu til Japan á heysti 2017. Í februar 2020 flyta tey og sonurin til ein bý norðaliga í Japan, Hirosaki, har tey skulu verða partur av virksemi í eini kirkju. Hetta ein nýggj kirkja, sum eitt par úr Amerika eru byrjað. John og Birita fara at hjálpa til at tala, leiða sang, hava bíblitímar, umframt ymiskir aktivitetur, sum enskt undirvísing, pilates tímar og mammubólkar, fyri at koma at kenna fólk og kunna fortelja teimum um Gud.

 

Um tú ynskir at stuðla Timothy familjuni fíggjarliga, kanst tú stovna eina fasta flyting/flyta pening á konto í Betri Banka: 9181 – 426.219.2 og viðmerkja “Timothy”

Vit vóna at tit vilja standa saman við okkum í bøn fyri John, Biritu og Jónas, og tí arbeiði, sum Gud ger gjøgnum tey í Japan, sum tey nú byrjað nýggjan gerandisdag í nýggjum býi.

 

[seinast dagført 8. januar 2020]