Birita og John skulu byrja nýggja samkomu
Birita og John Timothy hava seinastu dagarnar vitja í Føroyum.
Tey eru trúboðarar í altjóða felagsskapinum OMF (Overseas Missions Fellowship), men í Føroyum eru tað vit í OM, sum stuðla teimum.
Í gjár høvdu Danjal og Jóhan Petur høvi at práta við tey um arbeiðið í Japan.
Í løtuni er høvuðsendamálið at læra seg japanskt. Tað er strævið, men tey síggja góða framgongd, siga tey bæði. Nú er gjørligt at hava samrøður um gerandisevni á japanskum, men kortini er langt eftir á mál.
Fyri kortum bleiv eisini avgjørt, hvat tey skulu gera, tá tíðin á málskúlanum í Sapporo er liðug. Avgjørt er, at tey skulu flyta til býin Hirosaki í norður-Japan. Har skulu Birita og John luttaka í arbeiðinum við at byrja eina nýggja samkomu í býnum.
Eftir ætlan fara tey av landinum aftur fríggjadagin.
Bið um, at framgongdin við málinum skal halda á.
Bið um, at Gud skal hjálpa teimum at fyrireika seg til nýggju uppgávurnar í Hirosaki.
Biðið fyri soninum Jónas (tveir mánaðir gamal), sum er sjúkur í løtuni.