1. mai 2019

Bill Drake kemur til Føroya

Bill Drake vitjar í Føroyum komandi dagarnar. Bill hevur arbeitt við OM í nógv ár, har hann hevur arbeitt nógv við list, serliga tónleiki. Hann hevur útgivið 13 tónleikaalbums við sínum egnum sangum. Bill Drake ynskir at vera við til at boða gleðiboðskapin, so fólk um allan heimin kunnu koma at kenna Jesus. Hann er kendur fyri millum annað at siga: “If the purpose of your life is not wrapped up in God’s purpose for the world, you will miss the reason you’re alive.”

Bill Drake verður við til hesi møtir og tiltøk:

Hóskvøldið 2. mai kl.20 – ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn (Húsagøta 1, Tórshavn)

Fríggjamorgun 3. mai millum kl.9 og 11 verður hann at hoyra í Lindini í sendingini á Bylgjulongd

Leygarkvøldið 4. mai kl.21 – Change (ungdómsmøti) í Nebo á Toftum (á Kneysum 12, Toftir)

Sunnudagin 5. mai kl.11 – møti í Lívdini í Hoyvík (Skúlin við Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt 47, Hoyvík)

Sunnukvøldið 5. mai kl. 18 – møti í Soli Deo Gloria í Klaksvík (Klaksvíksvegur 56, Klaksvík) – kaffimunnur er frá kl.17.45

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.