29. juli 2019

Bíbliutímar í góðveðrinum

Eftir stóra felagsbíbliutíman í Main Hall kl. 9.30, samlast liðini hvørt fyri seg til bíbliutíma í ein góðan tímans tíð. Her hava tey høvi at grunda víðari yvir tað, tey hava hoyrt í morgun.

Tey flestu nýttu møguleikan og settu seg uttanfyri í sólini. Her er deiligt veður í dag. Sól og passaliga heitt. Ikki so heitt, sum tað var fyri trimum døgum síðani.

Eg spákaði mær ein túr inn í millum ymisku liðini. Áhugavert at síggja hvussu áhugað, tey eru, og hvussu væl tey arbeiða. Sera áhugavert er eisini fyri meg at ganga ímillum tey og hoyra ymisku tungumálini, tey tosa.

 

Skrivað. Eyðun á Lakjuni.