29. juli 2017

Bíbliutímar á grasfløtuni

Her á Teenstreet er nógv lív í. Júst nú  kl 9.30 savnaðust øll til bíbliutíma í stóru høllini. Og her, eg siti aftanfyri pallin, hoyri eg lovsongin ljóma – hendan vakra ólavsøkumorgun í Offenburg í Suðurtýsklandi.

Men tað er ikki sama lívi í allatíðina. Her kann eisini verða sera friðarligt á økinum. Kl 11.45 savnast liðini (eini 7 -10 á hvørjum liði) hvør sær til bíbliutíma, lestur og bøn. Er veðrið til vildar, velja nógv av teimum at sita uttanfyri á stóru grasfløtuni. Tað er hugnaligt at ganga ímillum og hoyra øll tungumálini, sum verða tosað her.

Og her valdar ein deiligur friður. Eg kann undrast á hvussu tú kanst fáa ein slíkan frið yvir hetta økið við so nógvum ungdómi savnaðum.

Men her sita tey – og í ein tímans tíð hugsavna tey seg um tað, sum er høvuðsevnið á Teenstreet, nevnliga Orðið. Tá hendan løtan er farin, ja, so er aftur sama lív og spæl allastaðir, tú hyggur.

– Men tó síggi eg, at í øllum hesum meldrinum, er kortini  friður.