30. august 2017

Bartal Danielsen umborð á Logos Hope

Mánadagin 28. august byrjaði Bartal Danielsen ta longu ferð til Santo Domingo í karibiska havinum, har Logos Hope leggur at fríggjadagin 1. septembur. Bartal, sum er av Strondum, og sum hevur verið virkin í andaliga arbeiðinum í Missiónshúsinum á Strondum, fer umborð í eitt hálvt ár at arbeiða í maskinrúminum.  Vit ynskja honum Harrans signing í tænastuni.