2. oktober 2024

At ung skulu mennast í síni trúgv við at granska Orð Guds

Í Føroyum hava vit verið sera signaði av TeenStreet í út við 30 ár! Bæði einstaklingar og samkomur kunnu nikka til, at Gud hevur virkað gjøgnum TeenStreet, og aftur í ár kunnu vit líta við takksemi á leguna í Týsklandi, har umleið 300 føroyingar saman við eini 2.500 øðrum úr øllum heiminum vóru saman.

Tað eru tó ikki øll, sum hava henda framíhjárætt at sleppa til eina slíka legu. Hóast tað ynskir TeenStreet, at øll ung skulu koma at kenna Jesus, og at tey skulu kunnu vera virkin í sínum nærumhvørvi.

 

Hetta sleppa vit øll at standa saman um hesa vikuna, nú OM Føroyar skipar fyri eini stuðulsinnsavning fyri TeenStreet International.

TeenStreet International virkar fyri, at:

–          Ung fólk kring heimin skulu fáa møguleika at koma at kenna Jesus og vera virkin í sínum nærumhvørvi.

–          Geva ungum einføld amboð og tilfar, so at tey kunnu vaksa andaliga og vera lærisveinar hjá Jesusi. Hetta gera tey við at møtast í smærri bólkum, har tey granska Bíbliuna, biðja saman og stuðla hvørjum øðrum at seta tað í verk, sum tey læra úr Guds Orði.

–          Skipa kristnar legur í londum, har hetta letur seg sera.

 

TeenStreet ynskir, at ung fólk skulu mennast í síni trúgv við at granska Orð Guds. Vit ynskja, at tá tey møtast í smáum bólkum, so uppliva tey veruliga, at tað er stuttligt, og at tey grava djúpt niður í Orð Guds, so Gud verður livandi fyri tey. Tey verða eisini eggjaði til at vera djørv í síni trúgv. Tey gera mun, og Gud ynskir eisini at brúka tey, og tí skulu tey brúka tað, sum tey læra.

 

Hvar fer stuðulin í ár?

Stuðulin í ár fer til at:

Upplæra bólkaleiðarar 

Tað hevur sera stóran týdning at hava góðar bólkaleiðarar, sum eru førir fyri at greiða frá, svara spurningum, biðja saman við tannáringunum og fylgjast við teim ungu, sum tey mennast á andaligu ferðini. Tá hetta riggar, verður ein kveiki vaktur í fleiri til at tæna Jesusi í londum og støðum, har gleðiboðskapurin ikki enn er kunngjørdur.

 

Kveikja TeenStreet legur í øðrum londum 

TeenStreetlegurnar hava stóran týdning fyri at menna og styrkja trúnna hjá teimum ungu í einum felagsskapi, sum er størri enn liðið, tey eru partur av. TeenStreet International hjálpir og vegleiðir toymum í londum, sum ynskja at hava TeenStreetlegur í sínum heimlandi. Eitt nú kunnu vit nevna Pólland, Pakistan og Russland.

 

Gera ein animeraðan film um Jesus

Saman við øðrum gera vit ein animeraðan film um lív Jesusar út frá Lukasar evangeliunum. Vit arbeiða saman við serfrøðingum, sum arbeiða hjá Disney, Pixar o.ø. Enn tørvar okkum stuðul til at koma á mál. Filmurin, sum skal verða liðugur í 2025, kemur út á 1.200 málum, og hann skal stuðla undir evnið á TeenStreet leguni í 2026.

 

Virka millum ung á flóttafólkalegum

Unglingar á flóttafólkalegum hava lítið og einki at gera. Okkara dreymur er at hava ein samskipara, sum miðvíst kann virka fyri einum betri og innihaldsríkari gerandisdegi hjá ungdóminum og øðrum flóttum, og at vit skulu kunna leiða flóttafólkini til Jesus.

 

Ynskir tú at standa saman við okkum?

Tað kanst tú við at biðja fyri verkinum, og við at stuðla arbeiðinum fíggjarliga.

Tú kanst lata eina gávu á kontu hjá OM Føroyum: 9181 – 1667744. Vinarliga viðmerk: “TS Útlond”.

 

Takk fyri, at tú stendur saman við okkum um Guds verk millum tey ungu kring heimin. “Tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.” Orð. 11,25. Harrin signi teg.

 

Vegna OM Føroyar  og TeenStreet International

 

Dánjal av Rana
OM Føroyar
danjal.rana@om.org
Tlf. 219923

 

Margareth D. Djurhuus
TeenStreet International
Margareth.djurhuus@om.org
Tlf. 548104